Eitt øðrvísi møti.

Sunnudagin 19. mai høvdu vit eitt øðrvísi møti. Møtið var ikki í missiónshúsinum, men á Vesturskin. Hetta var í samband við at Sjómanskvinnuringurin hevði 80 ára stovningardag tann 14 mai í ár.

Fleiri av teimum, sum hava verið virkin í hesum arbeiði í nógv ár, eru nú búsitandi á Vesturskin, og tí var upplagt at hátíðarhalda dagin á Vestuskin.

Hátíðarhaldið byrjaði kl. 17.00. Byrjað varð við felagssangi, síðani fingu við 2 sangir frá Petur Hans og Jónhild við bólki.

Sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen hevði eitt Guðs orð til okkara, og síðan vísi hann myndir og greiddi frá søguni hjá Sjómanskvinnuringinum her hjá okkum.

Eftir hetta var møguleiki at bera fram heilsanir, og nýttu  fleiri eisini høvi til tess. Bæði at ynskja tillukku við stóra degnum, og geva eina gávu til framhaldandi arbeiði.

Eisini her nýttu bæði Mary Joensen og Lena Joensen høvi, at bera eina heilsan fram, har tær løgdu dent á, at arbeiði mátti halda fram við Guðs hjálp og bøn.

Eftir at møti var liðugt, varð bjóðað til ein góðan drekkamunn. So sigast má, at vit høvdu ein gott møti og hátíðarhald, fyri Sjómanskvinnuringinum.

Nakrar myndir frá degnum

[foogallery id=”5233″]

.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.