Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus fór aftur til himmals.

Møti í annaðkvøld er kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Olaf Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Similar Posts