Magni Christiansen – nýggja fløgu

Magni Christinasen hevur givið eina nýggja fløgu út.

Í hesum sambandi kemur hann at hava eina sangløtu í missiónshúsinum kl. 21.00 í annaðkvøld, har hann kemur at syngja nakrar av sangunum á nýggju fløguni.

Eisini verður møguleiki at ogna sær fløguna, eisini við signering.

Ein drekkamunnu verður aftaná sangløtuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts