Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Vit syngja saman, hoyra bíbliusøgu, og eisini onkra góða søgu.
Øll børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Møti byrjar kl. 18.00. Til møti í annaðkvøld fáa vit vitjan.

Tað verður Grønlandstoymi sum kemur at hava møti. Tey koma at boða Guðs orð fyri okkum, umframt at greiða frá missiónstúrinum sum tey vóru í Grønlandi fyrr í ár.

Møguleiki verður eisini at geva eina gávu til arbeiði hjá Grønlandstoyminum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts