Sunnudagsskúli í morgin.

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra at tað góðu frásøgnuna um, tá ið mammur komu til Jesus við sínum børnum, og har lærusveinanir royndu at forða teimum. Men Jesus bleiv illur við lærusveinarnar, og segði “latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til..” (Mark. 10,14)

Hetta er sannuliga ein vigtig áminning til okkum foreldur í dag, um ikki at forða okkara børnum at koma til Jesus og hoyra um hann. Her er sunnudagsskúlin eitt upplagt høvi fyri okkara børn at hoyra um Jesus. Verðið tí hjartaliga vælkomin á sunnudagsskúla.

Í morgin byrja vit aftur við fullari styrki. Tað vil siga at vit koma at deila upp, soleiðis at tey frá 5 flokki og uppeftir eru í loftstovuni, meðan tey yngru er í salinum.

Similar Posts