Eingin bíbliutími – men upplestur í Fríðrikskirkjuni

Í annaðkvøld verður eingin bíbliutími í missiónshúsinum.

Hetta, tí at í Fríðrikskirkjuni verður alt Markus evangeliið lisið upp.

Byrja verður kl. 19.00. Teir fyrstu 8 kapittlanir verða listnir upp, síðani verður ein steðgur, har høvi verður at fáa sær ein drekkamunn, fyri síðani at halda fram at lesa teir síðstu 8 kapittlanar.

Eitt gott hugskot er at hava Bíbliuna við, so at ein kann fylgja við, meðan lisi verður.

Hjartaliga vælkomin í Fríðrikskirkjuna í annaðkvøld kl. 19.00.

Ein frágreiðini um kvøldið, fast við at trýsta á hesa leinkju.

Onnur tíðindi