Bygdalegan 2019

15.–17. november kunnu íbúgvarnir í bygdunum á Nesi, Toftum og í Saltnesi, aftur sleppa á bygdalegu í Nesvík. Legan er ætlað øllum, frá tí yngsta til tann elsta, fyri einstaklingar og familjur.

Í Nesvík eru góðir møguleikar at hava legu. Stórt og gott pláss er bæði úti og inni. Sovið verður á 8-mans kømurum, har bæði wc og brúsur hoyra til. Eisini er møguleiki at sova í sovisali saman við øðrum. Møgu­leiki er eisini at sova í størri uppihalds­rúmum ella sovisalum.

>Les eisini: Skráin fyri Bygdaleguna

Aldursmark
Eingin er ov ungur og eingin er ov gamal at koma á hesa leguna. Einasta mark fyri luttøku er, at børn til og við 7. flokk skulu koma á legu saman við vaksnum.

Innihaldið á leguni
Ætlanin við leguni er, at fólk í øllum aldri kunnu vera saman eitt viku­skifti í kristnum felagsskapi, har rúm verður fyri bæði hugna­ligari eins væl og uppbyggjandi samveru.

At hava við
Seingjaklæði, skógvar við ljósum botni (at brúka inni), stokkar, bøkur og alt vanligt til eitt vikuskifti, umframt gott lag og eitt ella fleiri smíl.

Kostnaður
(møguleiki er at luttaka á allari leguni ella bert leygardagin).

Alla leguna: 
Vaksin: kr. 500,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 250,-

Bert leygardagin:
Vaksin: kr. 350,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 150,-

Tó í mesta lagi kr. 1.500,- pr. familju

Hevur tú hug at luttaka, men mást setast aftur av fíggjar­ligum ávum, eru møguleikar fyri avsláttri. Tosa við Elsbet E. Magnussen, tlf. 789287.

Gisting v.m.
Gisting er avmarkað til umleið 220.
Madrassur, dýnur og koddar eru til 220 gistandi.
Seingjarlín kann leigast frá Leguhúsinum, avmarkað nøgd.

Gjald av legugjaldi
Vinarliga gjaldið legugjaldið á konto nr. 100.123.1 í BankNordik við tilmelding.

Tekning til leguna
Tú kanst tekna teg til leguna við at fara inn á tabor.fo ella ringja við upp­lýsingum um navn, aldur og telefonnr, til:

Amanda Elkjær, Nes, tel 282415

Henny Mikkelsen, Undir Nesinum, tel 598318

Tekningarfreist
Seinasta freist at tekna seg til leguna er sunnudagin 10. november 2019

MELDA TIL HER

Similar Posts