Jólastova hjá Barnaringinum

Barnaringurin fer at hava Jólastovu, nú avslutningurin verður fyri í ár.

Jólastovan verður í morgin. Vit byrja kl. 18.00.

Í ár fáa vit vitjan av Sigrun Mikkelsen, úr Sørvági. Vit fara at hoyra børnini syngja, og so hoyra vit sjálvandi eisini frá okkara útitrúboðarum.

Eftir møti verður møguleiki at keypa tað sum børnini hava gjørt hetta hálvárið. Síðani verður bjóða til ein góðan náttverðabita.

Og sum vanligt verður burturlutan til frama fyri útimissións arbeiðið. Tikið verður við tøkk ímóti lutum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Jólastovu hjá Barnaringinum.

 

Similar Posts