Dekratiónsdagur í morgin.

Í morgin verður tann árligi dekratiónsdagurin, sum tey ungu skipa fyri.

Í ár verður tað eitt sindur annaleiðis skipa. Vit byrja longu kl. 14.00 at gera dekratónir. So verður ein pausa, har møguleiki er at verða við til, tá ið jólatræðið verður tendra kl. 15.30.

Ætlanin er at alt skal verða klárt, til at fara út til tey eldru í kommununi kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og brúk er fyri øllum, bæði ungum og eldri.

Eftir at øll eru komin aftur í missiónshúsið, stendur ein góður drekkamunnur á borðinum, og eisini verður ein lítil burturlutan, til frama fyri ungdómsarbeiðið í missiónshúsinum.

Similar Posts