Felags ungdómsmøti.

Ætlanin er í 2020 at gera nakað nýtt, tá ið talan er um ungdómsmøti. Øll ungdómsarbeiðini runt Skálafjørðin, fara at skipa fyri nøkrum felagsungdómsmøtum gjøgnum árið.

Tað fyrsta av hesum felagsungdómsmøtunum verður í missiónshúsinum hjá okkum í annaðkvøld kl. 20.00.

Tað verður aðalskrivarin hjá Heimamissiónini Andrias Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at syngja Guði lov.

Eftir møti verður sjálvandi góður drekkamunnur og hugni.

Hetta er eitt felagsungdómsmøti, so øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.