Bønartúrur 2020

Eins og undan missiónsvikuni í fjør, so skipa fólk í missiónshúsinum, aftur í ár fyri einum bønartúri runt í kommununi.
Ætlanin er at ganga eftir høvuðsvegunum á Nesi, á Toftum og inni í Saltnesi, meðan biðið verður fyri øllum heimum og borgarum í kommununi.
Tey, ið ynskja at vera við, eru vælkomin at møta í missiónshúsinum leygarkvøldið 1. februar kl.19.30.
Luttakararnir vera deildir upp í hold, og fáa eitt ávís øki at ganga meðan biðið verður.
Tá bønartúrurin er liðugur samlast luttakararnir aftur í missiónshúsinum.

Jesus segði: -Biðið, so skal tykkum verða givið, leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum Matt.7,7

Similar Posts