Eingin sunnudagsskúli – hvat so??

Nú øll tiltøk í missiónshúsinum er avlýst, eftir tilmæli frá okkara mynduleikum, er heldur eingin sunnudagsskúli sunnudagar.

Men her er ikki neyðugt at falla í fátt, tí at fleiri møguleikar eru hjá okkum foreldrum at geva okkara børnum góðar andaliga undirvísing.

Tað fyrsta vit vilja vísa á er eina kanal á YouTube sum eitur Spírin. Skriva “spírar” í leititeigin og tú kemur inn á kanalina. Her eru nógvar góðar bíbliusøgur, umframt ein rúgva av sangum.

Linkur: Spírar fo

So eru eisini appir, sum eru góðar til tey eldru børnini. Her vilja vit vísa til 2 appir, sum báðar eru á donskum.

“bibelen for banditter” er ein app, sum hevur bíbliusøgur frá 1. Mósibók og til Opinberingina. Umframt bíbliusøgur, hevur appin eisini uppgávur sum kunnu loysast, og myndir summan kann farva.
Hendan appin eru tíðanverri bara at fáa til Iphone ella Ipad.

Hin appin eitur “bibel app for børn”. Henda appin hevur eisini bíbliusøgur frá fyrstu til síðstu síðu í Bíbliuni. Meðan bíbliusøgunar verða fortaldar, kann ein trýsta á myndinar, og fáa teir ymisku fólkini ella djórini at gera ymiskt. Eisini er eru ymiskar uppgávur sum kunnu loysast.
Hendan appin fæst baði á App store og Google play.

Latið okkum eisini í hesum døgum, brúka teir møguleikar vit hava, eisini tøknuliga, at geva okkara børnum andaliga føði.

Similar Posts