Arbeiðsdagur í Tabor

Arbeiðsdagur verður í missiónshúsinum leygardagin 27. juni.

Vit byrja kl. 09.00 við morgunmati, og fara so í holt við loftstovuna ovast, høvuðsreingerð av m.a. niðaru loftstovuni, alt vanligt viðlíkahaldsarbeiði: Sláa rundanum húsið, mála, smyrja vindeygu, eftirhyggja kranar á wc’unum, eftirspenna borð og stólar og annað.

Á middegi verður sjálvandi eisini ein góður døgverða biti at fáa.

Vónandi síggja vit nógv fólk til arbeiðsdagin.

Onnur tíðindi