Væleydnaður arbeiðsdagur

Tann 27. juni var arbeiðsdagur í missiónshúsinum. Byrjað var við morgunmati kl.09. So var andakt, bøn og kunning. Uppmøtingin var rímuliga góð og nógv var á skránni. Arbeitt var bæði úti og inni og bæði uppi og niðri. Tað var rudda, vaska, smíða, skrúva, montera og annað inni og uttanfyri var rudda, vaska, sligið gras og annað. Kl.13. var døgurði og kl.15 var drekka.
Endarúmið á fjórðu hædd suðureftir var gjørt liðugt. Ætlanin er at nýta tað til skrivstovu og fundarrúm. Samstundis kann tað eisini nýtast sum bønar -og samtalurúm fyri smærri bólkar.
Ungdómsnevndin og onnur høvdu longu fund har sama dag.

Tabor takkar øllum sum hjálptu til og biðja um Guds signing yvir arbeiðið í og út frá Tabor.

Myndirnar tala fyri seg😊

Sí myndir her

Similar Posts