Sum tit nokk vita, verður onki TeenStreet í Týsklandi í ár. Men ístaðin fara vit at hava TeenStreet í missiónshúsinum! Vit á Toftum fara at hava Teenstreet saman við teimum á Glyvrum, Rituvík og Æðuvík í Missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Hetta verður mega gott! Líkasum á TeenStreet í Týsklandið fara vit at hava bíbliutímar, andaktir, lovsong og nógv annað gott. Vit fara eisini at hava áhugatímar, spøl og ymiskar kappingar.
Av korona koma vit ikki at sova í missiónshúsinum, men møtast í missiónshúsinum á middegi.
TeenStreet verður frá 4. august til 8. august, og tilmeldingar freistin er longu 12. juli. So tað er bara at skunda sær at melda seg til TeenStreet 2020.
Prísurin fyri at luttaka á TeenStreet 2020 er 500 kr.
Ungdómsmøti verður í kvøld. Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl. 20.00 byrjar ungdómsmøti. Í kvøld fara vit at hava eitt sang og vitnimøti. Øll frá 7 flokki og…
Bønarløta og bíbliutími verða í morgin. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Olaf Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga…
Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jákup. Hesaferð fara vit at hoyra um tá ið hann kemur heim aftur til…
Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00, og hald á til áleið kl. 21.00. Vit hoyra Guðs, syngja saman, og aftaná møti er drekka og hugni. Allir juniorar…
Í morgin byrjar morgun kaffi aftur. Vit byrja kl. 10.00, og eru liðug áleið kl. 12.00. Í morgin fáa vit vitjan av Jens Dalsgaard og Asfinn Sigvardsen, sum við myndum…
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar Cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!