Tabor útferð í morgin kl 14, um viðrar

Ætlanin er at Tabor fer á útferð í morgin, um viðrar.
Endaligu støðuna, um hvar vit fara, taka vit í morgin.
Vit møtast øll uttanfyri Tabor kl 14 og so fara vit øll saman á útferð.
Vit fara at hoyra orðið, syngja og hugna okkum saman.
Eisini fara vit at grilla pylsur og eta kaku omaná.

At hava við: Eyka klæðir til børnini og okkurt drekkandi, s.s saft, kaffi, te osv.
Eisini vælkomin at taka útileikur við.

Um veðrið ikki verður til vildar, so verður sunnudagsskúli kl. 14 og møti kl 18 sum vanligt.

 

 

Similar Posts