Kristi Himmelfart

Vit avlýsa tiltøk í Tabor vegna Covid-19!

Eftir at Covid-19 smittan av álvara er aftur í landinum, hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt at avlýsa øll tiltøk til og við sunnudagin 16.august, fyri ikki at økja um smittuvandan.

Hetta er tó ikki galdandi fyri sunnukvøldsmøtini. Á møtinum sunnudagin 9.august kl. 18.00 talar Rúni Johansen úr Streymnesi. Eisini verður sangluttøka við Judith Johannessen og Oddmar Tróndheim.

Vegna smittuvanda, er tað ikki møguligt at møta upp til møtið, men heldur síggja tað umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

Jesus sigur: “sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda”. Matt. 28, 20b.

Stýrið

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.