Ungdómsmøti og møti verður aftur hetta vikuskiftið.

Nú verða ungdómsmøti og møti sum vanligt aftur hetta vikuskiftið. Tó verða møtini sambært teimum tilmælum, sum almenni myndugleikin hevur ásett um at samlast í størri bólkum.

Vit leggja stóran dent á at halda frástøðu og reinføri.

Ætlanin er at sunnudagsskúlin byrjar sunnudagin 6.sept. kl. 14.00.

Ungdómsmøtið verður leygarkvøldið 29.august kl. 20.00, og á møtinum sunnudagin 30.august kl. 18.00 talar Øssur Steinhólm og Steinhólm-systkini luttaka við sangi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts