Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus vakti upp  Lázarus.

Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld kemur Bjarki Johannessen at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Vit fylgja framvegis tilmælunum frá mynduleikunum um reinføri og frástøðu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts