Hugnakvøld fyri Sjómanskvinnuringum – í Nesvík

Týskvøldið, verður hugnakvøld fyri Sjómanskvinnuringunum í Eysturoynni, í leguhúsinum í Nesvík.

Byrja verður kl. 19.30. Á skránni verður felagssangur, Guds orð við Kristu Magnussen og sangur við Bjartu Arge. Jørgen Jacobsen kemur at siga frá sjólívinum. Drekka og kunning verður eisini á skránni.

Høvi verður at geva eina gávu til Sjómansmissiónina.
Vælkomnar!

Similar Posts