Guðs undirfulla orð – bókaumæli

Guds undurfullu orð, er spennandi og mennandi barnabók. Í bókini eru tvey bíbliuørindi og tvær vakrar myndir á hvørjari opnu.

Myndirnar á vinstru síðu eru at lita og myndirnar til høgru, eru ætlaðar til tær hundraðtals skavimyndirnar á myndaørkunum í lummanum fremst í bókini.

Bíbliuorðini geva íblástur til myndirnar, men tað er heilt upp til barnið at gera av, hvussu myndirnar skula litast og hvar skavimyndirnar skula festast.

Ein lýsingarfilmur er um bókini, sum kann síggjast her.

Týtt: Jóhan Henriksen
Forlag: Føroyska Bíbliufelagið
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 26
Bókin kostar kr. 169,00

Similar Posts