Af alle nætter – bókaumæli

Hetta er ein roman.

Tá ið hirðadrongurin Boaz missir foreldur síni, noyðist hann at flýggja frá sínum harðliga og óútrokniliga farbróðri sínum. Á ferðini hittir hann javngamla Jacob, og saman finna teir ein friðstað í býnum Nazaret, har teir fáa arbeiði hjá einum manni, hvørs dóttir eitur Maria. Hon er trúlovað við timburmanninum Jósef.

Óbeinleiðis fær Boaz stóran týdning fyri trygdina hjá hesum parinum, ikki minst tá tey, vegna fólkateljing, noyðast til Betlehems. Ávegis er tað um at ganga galið, men Gud hevur eftir øllum at døma ein fingur við í spælinum, tí hendingin førir við sær, at Boaz hittir gentuna Ester.

Umvegis verður teirra lítla søga drigin uppí Guds stóru søgu við heiminum – ein søga, hvørs fyribils hæddarpunkt hendi eina vetrarnátt í Betlehem.

Rithøvundur: Hans Jørn Østerby
Forlag: Lohse

Útgivin: 2020
Blaðsíður: 240
Bókin kostar kr. 200,00

Similar Posts