Gleðiligt nýggjár, í Jesu navni

Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. Róm. 10,1

Eitt nýtt ár liggur fyri framman. Nógvar hugsanir fara gjøgnum okkum. Hvat fer árið at bera við sær? Hvat kunu vit gera, fyri at árið verður gott? Verður kríggja ella onnur vanlukku okkum fyri?

Jú, eitt árskifti ger okkum álvasom.

Mitt í øllum, sum vit stúra fyri ella vóna, er nakað, sum er týdningarmiklari enn alt annað. Tað er spurningurin um okkara frelsu.

Eingin av okkum veit, um tað nýggja árstalið fer at standa á gravsteini okkara. Vit vita heldur ikki, um Jesus kemur aftur í hesum árinum. Men eitt kunnu vit vera sannførd um: Tað kemur ein dagur, tá ið allir aðrir dagar eru týdningarleysir. Tá snýr tað seg bara um frelsu ella glatan.

Tú, sum ert Guðs barn, mást festast í trúnni á Jesus í tí nýggja árinum. Tú mást vaksa í kunnuleika um títt ófatiliga ríkidømi í Jesusi. Tú fert ikki at møta nøkrum í hesum árinum, sum hann ikki kann hjálpa tær ígjøgnum. Hann vil sjálvur vera tín styrki, tín máttur og títt treysti. Tí skalt tú ikki óttast, men seta alt álit títt á hann, sum hevur frelst teg. Hann vil halda fram og fullføra tann gerning, hann hevur byrjað.

Ert tú ikki kristin, mást tú biðja um, at hetta árið verður títt frelsuár. Tú ert sum eitt træ, sum Guð hevur latið staðið í vón um, at tú skal bera ávøkst. Lat hann ikki leita til fánýtis. Vend við til Harran.

Meria enn nakað annað tørvar okkum, at Andin ávirkar land okkara. Latið okkum biðja Guð um veking. Hugsa tær, um vit einn einaferð fingu at síggja oyðimørkina blóma eins og rósugarð!

Einki er ógjørligt hjá Guði. Hann er ikki avmarkaður av ytri viðurskiftum. Hann er undranna Guð, ið kann vekja deyð til lívs.

Latið okkum tí biðja Guð um frelsu. Frelsu fyri okkum sjálvum, og fyri teimum, ið standa okkum nær, fyri tí fólki, vit kalla okkara, og fyri teimum missiónsøkjum, Guð hevur givið okkum ábyrgd av. Tað nytttar at biðja. Guð hoyrir bøn – eisini í hesum nýggja árinum.

Úr andaktsbókini
“Eitt er neyðugt”
Eftir H.E. Nissen.

Similar Posts