Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Nú verða sunnudagsskúli og møti aftur.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Vit hoyra bíbliusøgu, hoyra søgu og syngja saman.  Øll børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Johild Finsson Jacobsen av Glyvrum sum kemur at tala.

Øll koronatilmæli verða hildin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts