Nú byrjar arbeiðið uppá kjallaran

Í eina tíð hevur verið arbeitt, vit at broyta wc-økið í kjallaranum. Skitsur eru gjørdar, og nú er komið á mál, so at arbeiðið kann byrja.
Stýrið hevur heitt á Arnfinn Johannessen, um at standa fyri arbeiðinum. Hetta hevur hann játta.

Stýrið innkallaði til innleiðandi byggifund, har nógvir fakbólkar vóru umboðaðir. Avgjørt var, at vit arbeiða mánakvøld og hóskvøld frá kl. 18.00 – 21.00 og leygardagar frá kl. 9.00 – 16.00. Sjálvandi er eisini møguleiki at arbeiða aðrar tíðir, um tað liggur betur fyri hjá onkrum. Men vit vóru samd um, at tað er gott at hava fastar arbeiðstíðir, og at tað eisini er hugaligari, tí tá eru vit fleiri, sum arbeiða samstundis.

Vit byrja nú hóskvøldið 28. januar kl. 18.00. Allar hjálpandi hendur eru kærkomnar.

Møguleiki er eisini at stuðla umbyggingini fíggjarliga við at flyta pening á kto. 6460–101.798.7

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.