Arbeiði nýggj vesir

Nýggj vesir og brúsur.

Í rúma tíð hevur stýrið fyri havt ætlanir um at gera nýggj vesir, og nýggjar brúsur í niðaru hálvu í kjallaranum. Somuleiðis er ætlanin at vaksa um núverandi goymslurúm, sum eftir hondini eru alt ov lítil til okkara dagliga missiónsarbeiði í kjallaranum.

Nú er arbeiðið farið í gongd, og menn hava tikið alt niður, sum var í teimum rúmunum. Gólvið er brotið upp, tí at neyðugt er at leggja kloakk- og vatnrør av nýggjum. Somuleiðis skulu rør leggjast niður í gólvið. Hetta eru rør, sum skulu hita nýggju rúmini upp.

Nýggj tekning er gjørd, við fýra vanligum vesum, einum handikapvesi við brúsu og tveimum sjálvstøðugum brúsurúmum. Harafturat skal eitt rúm gerast til goymslu, sum køkurin skal nýta, og barnaringurin fær eitt rúm til ta útgerð, ið hann nýtir í arbeiðinum.

Til tey nýggju rúmini eru klár at taka í nýtslu, eru tvey rúm, eitt til barnaringin og eitt til køkin, fyribils gjørd inni í stóra salinum í kjallaranum.

Olaf Magnussen, formaður, sigur, at peningur er samlaður inn til endamálið, og hóast tað uttan iva kemur at kosta meira enn kostnaðarætlanin sigur, so ynskir stýrið at gera arbeiðið nú.

Tað er eingin loyna, at tey gomlu vesini vóru ov trong, og vit ynsktu somuleiðis aðrar broytingar, so hetta verður vónandi bæði gott og brúkaravinarligt hjá okkum øllum. Fólkið í meinigheitini hevur tikið væl undir við hesum átakinum, so vit gleða okkum at fáa hetta gjørt.

Hesa viku hava vit missiónsviku, og tí arbeiða vit ikki í kjallaranum hesa vikuna, men byrjað aftur í komandi viku. Vit arbeiða mánakvøld og hóskvøld frá kl.18-21 og leygardag frá kl.09 -15. Alt arbeiðið verður gjørt av sjálvbodnum, og vit vóna at arbeiðið verður liðugt í hesum hálvárinum, sigur Olaf Magnussen at enda.

Her eru nakrar myndir frá arbeiðinum.

[flagallery gid=23 name=’Nýggj vesir’]

Similar Posts