Barnaringur 2021

Barnaringurin avslutning

Í morgin kl. 18 verður avslutningur hjá barnaringinum. Vit fara at hoyra Guðs orð, fáa heilsanir frá trúboðarum, hava spurnarkapping og børnini fara at syngja. Aftaná verður møguleiki at keypa lutinar sum børnini hava gjørt, og eisini verður okkurt etandi at fáa.

Vit tað, at tað ikki er møguligt at hava burturlutan verður skipað fyri eini stuðulsrenning, har Ovi, Ingi, Olga, Elsibeth, Andrea og Áki fara at renna fyri okkum.

Børnini fingu lepar heim við at fylla út til stuðulsrenningina seinast tey vóru í barnaring, men minnast skal til, at tað kostar kr. 50 fyri hvørja flyting bankin ger fyri tykkum.

So um tit ynskja at stuðla, og sleppa undan avgjaldinum hjá bankunum, so eru tit vælkomin at hava pening við mikukvøldið ella tit velja at stuðla sjálvi via netbanka á konto nr. 6460-497.353.6.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul við ynski um Guðs signing. Vit síggjast í annaðkvøld 🙂

 

Barnaringur 2021

Similar Posts