Barnalega 2021

Hjartans tøkk øll somul fyri leguna

Hervið skal ljóða ein hjartans tøkk fyri alla hjálp á barnaleguni í ár.

Takk til tykkum, sum fingu gjørt Leguhúsið klárt til leguna.

Takk til øll tykkum, sum settu tíð av, til at vera leiðarar fyri hesum børnunum, sum vit fingu loyvi at læna í nakrar dagar.

Takk til øll tykkum, sum komu at hjálpa við øllum teimum praktisku uppgávunum. sum ein slík lega krevur.

Takk fyri góðan mat og uppvartan. Og takk til øll tykkum sum hava minst til okkum í bønum tykkara

Størstu tøkkina eigur Hann, sum vit so væl hoyrdu um á bíbliutímunum. Hann, sum hevur skapt, alt tað vit síggja, og sum hevur skapt okkum menniskju, okkara faðir og frelsari í Himlinum.

Hjartans tøkk øll somul! Um Guð vil, og vit liva, so skipa vit møguliga aftur fyri eini legu um 2 ár.

Heilsan

Sunnudagsskúlin og Útimissiónsbarnaringurin.

Similar Posts