Arbeiðsdagur í Tabor

Arbeiðsdagur verður í missiónshúsinum í morgin, leygardagin 11. september.

Vit byrja kl. 09.00 við morgunmati, og fara so í holt við ymiskt sum krevur ábøtur.

Nógv byggivirksemi hevur verið í húsinum í seinastuni, og er hetta við at vera liðugt, men har eru enn ting sum skulu endaliga avsluttast.

Á middegi verður sjálvandi eisini ein góður døgverða biti at fáa.

Vónandi síggja vit nógv fólk til arbeiðsdagin.

Onnur tíðindi