Arbeiðsdagur 2021

Sera væleydnaður arbeiðsdagur

Tann árliga arbeiðsdagurin í missiónshúsinum var leygardagin 11 sept.

Byrja var við morgunmati og andagt kl. 09.00. Síðani blivu arbeiðsuppgávur býttar út til tey sum vóru møtt upp, og so bleiv lagt í vaði.

Eitt stórt arbeiði sum bleiv gjørt, var at flyta alt tilfari sum Barnaringurin eigur, inn í tað nýggja goymslurúni, sum er gjørt í samband við arbeiði við vesunum.

Annars bleiv nógv at tí sum skal gerast hvørt ár eisini gjørt í ár, so sum at vaska, rudda, mála, lúka og mangt annað.

Á middegi var arbeiðsfólki bjóða til ein góðan døgverðabita og kaffi.

Ein sera góður dagur, har veðri eisini var við okkum.

Takk til øll sum vóru við henda dagin. Størstu tøkkina eigur Jesus.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Arbeiðsdagur 2021

Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021
Arbeiðsdagur 2021

Similar Posts