Sjómanskvinnuringur

Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur. (uppdatera)

Í kvøld, 21. sept. kl.19.30 byrjar sjómanskvinnuringurin aftur í Tabor, eftir summarsteðgin.

Kvinnurnar savnast í loftstovuni, har tær binda, hoyra søgu og hava andagt. Drekka, prát og hugni er eisini á skránni, áðrenn enda verður uml. Kl. 21. 30. Innsavnað verður til Sjómansmissiónina.

Allar kvinnur eru vælkomnar.

Takka verður eisini fyri tað stóra trúfesti, sum kvinnur hava víst  sjómanskvinnuringinum.
Vónandi heldur trúfesti fram, eisini í komandi ættarliðum.

Her koma 3 søguligar myndir frá 1970unum og 3 frá 2011.
Felagsmyndin frá útferð í Havn er frá fyrst í 1990-unum og tann
felagsmyndin frá Tabor er frá mars 2013.

Similar Posts