Lega og guðstænasta

Tey ungu hjá okkum hava haft legur í missiónshúsinum. Tey byrjaðu í gjár, og endar legan í kvøld kl. 20.00, við guðstænastu og altargongd í Nes kirkju.

Samstundis verður skipa fyri einum gongur túri úr Æðuvík heim á Nes í samband við guðstænastuna. Hetta verður ein sokallaður “kyrrutúrur”.

Soleiðis verður sagt um túrin:

“Tó er talan um ein túr í kvirru – kyrrutúr – har høvið er til bøn, djúphugsni og náttúruans. Telefonirnar verða í lummunum henda lítla tíma, meðan gingið verður.Farið verður frá missiónshúsinum í Æðuvík kl. 18.30.Heimkomin á Nes er møguligt at fara í nýggja prestagarð at lata seg í annan fótbúna og gera seg kláran til gudstænastuna sum byrjar í Nes kirkju kl. 20.00. Gudstænastan verður skipað saman við ungum fólki, og hevur tískil ein ungdómsdám. Altargongd verður.Vónandi viðrar. Tað skal tó nógv til at avlýsa. Fólkið letur seg í eftir veðrinum.”

Øll eru hjartaliga vælkomi við.

Similar Posts