Sunnudagsskúli og møti kl. 16.00.

Í morgin verður sunnudagsskúlin og møti kl. 16.00, hetta vegna tað at jarðarferð er kl. 13.30.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra tað spennandi, og samstundis syrgjuligu søguna um Nóa.

Til møti, fáa vit eitt slag av vitjan, men vitjanin verður digital.

Vit koma at hoyra eina talu frá Ernst Magnussen, og eisini fáa vit eina heilsan og kunning um arbeiði sum tey standa í, í Thailandi.

Eisini verður rokniskapurin fyri 2020 lagdur fram.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit ansa eftir hvørjum øðrum.

Similar Posts