Kristinlívið er gleði

”og eingilin segði við teir: ”Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið” Luk. 2,10

Eini stór gleðiboð bar Harrans eingil mannaættini hina fyrstu jólanátt á Betlehems fløtum. Undir lítilsverdum viðurskiftum komu tey inn í heimin, hesi gleðiboð, at ein frelsari var føddur okkum, men tey vóru staðfest við einglasangi. Hesi gleðiboð ganga enn frá fólki til fólk út um heimin, og har, tey koma fram, verða tey enn staðfest við einglasanginum av Himli.

Heimurin nú á døgum er ríkari, størri og vitigari enn nakrantíð áður, men av tí eru menniskju ikki vorðin rík av ævigari gleði. Í hesum ríka og stóra og vitiga heimi hoyrast neyðarróp, sorgarskríggj, klagumál og øvundarljóð. Og ófriður og ótti eru ráðandi kenslur millum menniskju. Hví er so statt? Tí heimurin sum heild vil ikki taka ímóti gleðiboðunum av Himli: ”Tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”

Men so mongum, sum taka ímóti hesum gleðiboðum, teimum verður givin kraft at vera Guðs brøn. Og tey verða ikki tikin út úr neyðini og sorgini og sakninum í heiminum at gerast Guðs børn, men tey fáa kraft at bera neyð og sorg og sakn í tolni. Gleðiboðið frá einglinum á Betlehems fløtum styrkir tey í øllum mótgangi og ger tey takksom, tá ið alt gongur við í lívinum. Í trúnni á Jesus ognast teimum hina ævigu vón um miskunn og kærleika og ævigu gleði hjá faðirinum á Himli. Har skal ikki longur vera neyð, ikki pína, ikki sorg. Bjargað út úr heimsins trongdum skulu tey hava um ævir syngja Guði og lambinum prís. Gleðin um hesa vón er kristinlívsins gleði.

Enn gongur Harrans eingil frá hjarta til hjarta við hesum stóru gleðiboðum: eisini tær er ein frelsari føddur!

Úr andagtsbókini”Gud er ljós”
eftir Johs. Andr. Næs

Similar Posts