Jesus elskaði …

“Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus.”
Jóh. 11,5.

Jesus elskar øll; men nøkur eru, sum hann hevur serligan kærleika til. Millum teirra vóru Lázarus, Marta og Maria.

Ein partur av kærleikanum kann bara liva og vaksa, tá ið hann verður møttur við kærleika. Tað er eisini galdandi í viðurskiftunum við Guð.

Jesu kærleiki hevði fingið rúm hjá teimum trimum systkjunum. Tey vóru opin fyri orði hansara. Alt, Jesus segði, varð skrivað í hjørtum teirra. Tí vildu tey fegin, at Jesus skuldi gera brúk av teimum.

Marta tænti Jesusi við at lata sítt heim vera opið fyri Jesusi og vinum hansara. Maria tænti honum við at salva hann við kostbarari salvu. Lázarus var livandi vitni um Jesu guddómsmegi. Allarstaðni, har hann kom, varð hann sæddur sum tann, Jesus hevði vakt upp frá deyðum.

Jú, meira vit geva, tess størri verður kærleikin. Jesus hevði álit á teimum trimum. Hann kunngjørdi teimum ráð síni[1]. Tí fingu tey stóran kunnleika til hansara.

Samstundis løgdu tey alt, ið lá teimum á hjarta, fyri Jesus. Tí vistu tey eisini, hvørjum tey skuldu senda boð eftir, tá ið Lázarus var sjúkur.

Har var tætt vinalag teirra millum.

Jesus hevur stóra ætlan við tær. Hon er, at tú skalt líkjast hesum trimum. Honum leingist eftir at geva tær størri innlit í sítt orð. Tað kann hann bara, um tú eins og Maria vilt seta teg við føtur hansara og lurta eftir orði hansara.

Jesus vil eisini luta tænastuna við teg. Tað kann hann bara, um tú eins og Marta vilt lata tað, tú kallar títt, vera honum tøkt.

Fyrst og síðst vil Jesus, at tú skalt vera eitt livandi vitni um hann. Tað eru vit, tá ið hann sleppur at fylla okkum við tilvitan um, at vit, sum vóru deyð í misgerð og synd, eru livandigjørd við honum.

Jesusi leingist eftir tær. Gev orði og vilja hansara rúm í hjarta tínum. Tað er óendaliga ríkt, at Jesus elskar okkum.

Úr andagtsbókini ”eitt er neyðugt”
eftir H.E. Nissen


[1] Sl. 25,14.

Similar Posts