Rættvísisklædningurin

Tóku teir … somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. Teir søgdu tí hvør við annan: ”Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann.”     Jóh. 19, 23-24

Jesus var fátækur. ”Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men Menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.”1

Tað einasta Jesus átti, sum hevði virði, var ein kyrtil. Hvussu hann hevði fingið hann, vita vit ikki. Men vit vita, hvussu hann misti hann.

Hann varð tikin frá honum, tá ið hann varð hevjaður á krossin. Hermenninir vildu ikki skera hann sundur, tí hann var vovin í einum úr erva oman ígjøgnum. Hermaðurin, sum skuldi hava hann, skuldi hava hann heilan.

Í Bíbliuni verða klæðir ofta nýtt sum mynd um frelsuna. Tað skulu vit hugsa um, tá ið vit hoyra um kyrtilin hjá Jesusi.

Tá ið Jesus varð lyftur upp á krossin undir Guðs vreiði, lá ein heilur kyrtil við krossins fót. Fyrsta langafríggjadag kundi ein syndari fara heim av Golgata í kyrtlinum hjá Jesusi. Hann fjaldi hann frá iljum til hvirils.

Tað er ikki frelsa í at hava verið í kyrtlinum hjá Jesusi. Men hetta er ein mynd upp á tey klæði, vit mugu eiga, um vit skulu verða frelst.

Tá ið Jesus varð gjørdur til synd, tók Guð rættvísisklæðini frá honum. Tað eru hesi klæði, sum liggja klár til tín. Tú tekur ímóti teimum við trúgv. Setir tú títt álit á, at Jesus er ofraður fyri teg, er frelsan tín. Tá fjalir blóðið teg, og í Guðs eygum ert tú eins rættvís/-ur, og hann var. Tín heilagleiki samsvarar við heilagleikan hjá Jesusi. Guð tilroknar tær Son sín.

Tí kanst tú ferðast við góðum treysti her á jørð. Tú ert á veg móti tí nýggja Jerúsalem. Tá ið títt sinni verður fylt av ræðandi hugsanum, skalt tú hyggja at klæðunum, tú ert í. Í Jesusi ert tú fullkomin. Tú skalt ikki óttast. Tað fullgjørda verkið fjalir teg.

1 Matt. 8,20

Úr andagtsbókini ”Eitt er neyðugt”
eftir H.E. Nissen

Onnur tíðindi