Morgunkaffið endaði við døgurða

Morgunkaffi, sum er annanhvønn hósmorgun í vetrarhálvuni í missiónshúsinum Tabor á Toftum, frá kl. 10 – 12, var eisini hósdagin, 5. mai. Skráin var tó øðrvísi hendan morgunin, tí løtan var frá kl. 11 – 13. Innihaldið var eisini nakað øðrvísi, tí døgurði var á skránni.

– Hetta var síðsta morgunkaffið fyri veturin, og tí valdu vit at gera meiri burturúr. Tey, sum koma til morgunkaffi, leggja fegin nakrar krónur í kurvuna, og fyri partar av tí peningi, keyptu vit okkum døgurða í dag. Tað sigur Marjan Nielsen, sum saman við manninum, Birgiri Nielsen, hava høvuðsábyrgdina fyri morgunkaffið.

– Samstundis var morgunkaffið hesaferð eitt tiltak av várdøgunum í Nes kommunu. Øll kundu vera við, men neyðugt var at tekna seg til døgurðan, sigur hon.

– Á skránni var annars felagssangur, bøn, sangur við Tofta streingjakóri. “Menn í kjóla”, Ovi Brim og Jákup E. Petersen, hugleiddu um at gerast gamal. Beinta og Andrea spældu tónleik. Góður drekkamunnur, prát og hugni var eisini partur av løtuni. Umleið 65 fólk luttóku.
Morgunkaffið fer nú í summarfrí og byrjar aftur í heyst – um Gud vil og vit liva.

Similar Posts