Møti og sunnudagsskúli í morgin

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um dreingin, sum gav Jesusi 5 breyð og 2 fiskar, og har Jesus kundi signa matin, so at tað var nokk meira enn 5000 fólk.

Til møti fáa vit vitjan av Sverra Kass av Strondum, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Annars verður frokost í missiónshúsinum kl. 12.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts