Frokost, sunnudagsskúli og møti.

Í morgin kl. 12.30, verður aftur bjóða til frokost í missiónshúsinum.

Frokosturin verður skipaður soleiðis at, missiónshúsið bjóðar kaffi/the og breyð, og so er ætlanin at vit øll, hvør í sínum lagi, taka viðskera við, sum vit so seta á eitt felags sjálvtøkuborð, har øll kunnu fáa sær av.

Vit vilja tó leggja dent á, at tað ikki er eitt krav at hava viðskera við, fyri at verða við til frokostin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møti og sunnudagsskúlin byrja kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari úr trúðarjáttanini. Hesaferð fara vit at hoyra um Heilaga Andan, og hvat hansara uppgáva er okkara millum.

Til møti kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til frokost og møti/sunnudagsskúla.

Similar Posts