Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum, fara vit at hoyra um tá ið Pætur fór at boða einum heidningi, Kornelius um Jesus, og hvat Jesus hevði gjørt, eisini fyri heidningarnar.

Um onkur hevur skógvaeskju til Christmas Child, er møguleiki at lata tær inn á sunnudagsskúlanum í morgin.

Á møtinum fáa vit vitjan úr Rituvík. Tað verður Hjalmar Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts