Dekratión

Jóladekratiónir

Í morgin verður tann árligi dagurin, har vit ungu fara at gera jóladekratiónir, fyri síðani at fara út til tey eldru í okkara bygdum at vitja, hava andagt og geva teimum eina jóladekratión, við ynski um eini vælsignað jól í Jesu navnið.

Vit byrja í morgin kl. 16.00 við at gera dekratóninar. Tað eru nógva dekratónir sum skulu gerast, so gott hevði verði at vit møttu væl upp.

Umleið kl. 19.00, fara vit í bólkum, út at vitja okkara eldru í kommununi.

Tá ið øll eru komin aftur í missiónshúsið, hugna vit okkum við rísalamande og onkrum søtum. Eisini fara vit at hava burturlutan har peningurin fer til ungdómsarbeiði.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Similar Posts