Barnaringurin 40 ár

Mikukvøldið 22. mars verður avslutningur hjá barnaringinum.

Millum kl. 17-18 verður møguleiki at fáa sær nátturða í kjallaranum. Lutirnir sum børnini hava gjørt kunnu keypast, og møguleiki verður fyri at keypa seðlar til burturlutanina, sum verður seinni um kvøldið. Peningurin sum kemur inn, fer til útimissiónsarbeiðið.

Kl. 18.00 verður andakt uppi í salinum og barnakórið syngur.

Kl. 19.00 verður kaffi og føðingardagskaka at fáa í kjallaranum meðan burturlutanin fer fram.

Vit siga av hjarta takk, um onkur vil lata lutir til burturlutanina. Vit taka ímóti lutum í missións­- húsinum týskvøldið millum kl. 18-20.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til avslutning hjá barnaringinum mikukvøldið 22. mars við ynski um Guðs signing yvir arbeiðinum.

Similar Posts