Via Dolorosa

”…og hann bar sjálvur kross sín…”  Joh. 19,17

Bert fá sekund, og hesi seks orð eru borin av munni. Men hvør ævig kvøl var tað ikki hjá Jesusi at fullføra tey í verki. Hvørt spor, hann steig, var ein pínsla. Fótaspor hansara í Jerusalems steinsettu gøtum vóru fargað av blóði. Tað er Jesus, ið gongur deyðagongd sína. Hann gongur í egna syrgiliði sínum, og sjálvur ber hann sína egnu ”kistu”. Tað er sum millummaður mín og sáttarmaður, at hann ber krossin. Tað er mín synd, ið ger kross hansara so tungan.

Tað, ið ger pínsluveg hansara so sváran, er mín revsing, sum her er løgd á hann. Ta leið, hann her gongur – frá Gabbata út á Golgata – er tann leið, ið eg um ævir skuldi ganga, – tyngdur av syndabyrðum mínum og misgerrningum. Tá vit um hansara Via Dolorosa siga: ”og hann bar sjálvur kross sínn”, so er krossur hansara veruliga mín krossur, tí sjálvur hevði hann ikki uppiborið nakran kross.  

Hvør átti ikki eitt og hvørt hjarta at ornað í takksemi – síggjandi pínslu hansara. Hvør átti ikki ein og hvør sál at frøtt seg – síggjandi sáttarmann okkara. Hvør áttu vit í andanum at kyst blóðigu fótaspor hansara; tí tá ið hann gekk pínslugongd sína, so var tað fyri at lata upp fyri okkum paradísis portur. Revsingin varð løgd á hann, fyri at vit skulu hava frið. Hann tók pínsluna á seg fyri at veita okkum heilsubót. Hann tók krossin fyri at veita okkum sælu.

Og nú er pínsluvegur hansara gingin at enda. Revsingin er løgd á hann, syndaskuldin er goldin. Eg skal ongantíð verða revsaður fyri synd mína – um bert eg eri í Kristi. Fyri mær liggur nú leiðin vís heim í Guðs paradís – tøkk havi pínsluvegur hansara!

Á, dýrabari millummaður mín, tær veri lov og tøkk um aldur oa allar ævir.

Brot úr bókini “við honum út á Golgata”
eftir Fredrik Wisløff

Similar Posts