Í annaðkvøld SUM

Í annaðkvøld verður ungdómsmøti aftur. Ungdómsmøti hesaferð verður eitt felags ungdómsmøti fyri allan skálafjørðin kallað SUM (SkálafjarðarUngdómsMøti)

Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl. 20.00 byrjar sjálvt ungdómsmøti.

Vit koma at syngja saman, og Jørgen Jacobsen kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og annars hugni.

Øll frá 7 flokki og uppeftir, eru hjartaliga vælkomin á SUM-ungdómsmøti.

Similar Posts