Hvítusunnudag – møti við Eivind Flå

Møti verður í morgin, Hvítusunnudag kl. 14.00.

Til møti í morgin fáa vit vitjan av normanninum Eivind Flå, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Til dagligt arbeiður Eivind fyri ein missiónsfelagsskap sum kallast “lys over land”. Hetta er ein felagssakapur sum hevur fokus á at boða gleðiboðskapin millum muslimar. Eisini hetta kemur Eivind at greiða nærri frá á møtinum.

Streingjakórið kemur eisini at syngja fyri okkum.

Vit fara eisini at hava eina innsavnan til arbeiði hjá missiónsfelagsskapin, sum Eivind Flå stendur í.

Hjartaliga vælkomin á møti í morgin kl. 14.00.

Eivind Flå
Eivind Flå

Similar Posts