Sunnudagsskúli, møti og frokost

Í morgin er aftur sunnudagur, og missiónshúsið bjóðar inn, bæði til andaliga og tímuliga føði.

Vit byrja dagin kl. 12.30 við frokost. Hvør sær hava vit okkurt við, sum vit so seta á eitt sjálvtøkuborð, har øll kunnu fáa sær av.

Tað er ikki nøkur treyt fyri at koma til frokostin, at man hevur mat við. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møti og sunnudagsskúli byrja kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra spennandi søguna um Dánjal, tá ið hann bleiv kastaður fyri leyvunar.

Til møti fáa vit vitjan úr suðri. Tað verður Jógvan Højgaard, trúboðari, sum kemur at boða Guðs orð til okkara.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, til tiltøkini í morgin.

Similar Posts