Útferð til Nesvíkar

í gjár, sunnudagin 18 juni, var tann árliga útferðin hjá missiónshúsinum.

Hesaferð lá leiðin til leguhúsið í Nesvík, har umstøðunar eru góðar, til at hugna sær eina løtu.

Útferðin eydnaðist væl, sjálvt um tað var eitt fríkst lot í sundalagnum, so fingu vit tó lívd av bygningunum, so har bar væl til at syngja, hoyra Guðs orð, og eta saman.

Og so var møguleikin sjálvandi eisini at fara á hoppupúdina, rógva bátar, ella sparka á vøllinum.

Ein sera góður dagur.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Similar Posts