Sunnudagsskúli og sangmøti í morgin.

Sunnudagsskúli og sangmøti verður í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlan fara vit at hoyra úr Bíbliuni, hoyra søgu og syngja saman.

Møti í morgin verður eitt sangmøti. Vit koma at hoyra sang frá Birnu í Hjøllum, Judith og Karl Høgna og Petur Hans við bólki. Janus Thomsen kemur at hava eitt Guðs orð til okkara.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts