Møti kl. 18.00 í morgin, eingin frokostur
Vegna jarðarferð, verður møti í morgin flutt til kl. 18.00, av tí sama verður eingin frokostur í morgin.
Á møtinum kemur Hilmar Højgaard at boða Guðs orð fyri okkum.
Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.