Møti, sunnudagsskúli og frokost

Í morgin er nógv á skránni. Møti og sunnudagsskúli er sum vanligt, men í morgin koma vit eisini at hava frokost.

Frokosturin verður uml. kl. 12.30, ella beint aftaná guðstænastuna, sum í morgin er við altargongd.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um eina konu sum Jesus møtti við ein vatnbrunn, og sum Jesus fekk tosa við um tað vigtigasta, nevnuliga um hon trúði á Jesus.

Á møtinum, sum er eitt evnis møti, kemur Jóhannes Mikkelsen at tosa um evni: “Er Bíblian eftirfarandi”.

Øll eru hjartaliga vælkomin í missiónshúsið frá kl. 12.30.

Onnur tíðindi